Fjølmentanarvikan 2026

oktober, 2026

Fjølmentanarvikan 20262026mán26oktAllan daginfrí30(Allan dagin)

Um tiltakið

Fjølmentanarvikan er vika, har vit í Margarinfabrikkini leggja serligan dent á fjølbroytni, ymiskleika, mentan, mál og vitan um onnur lond.

Børnini í Margarinfabrikkini eru sera ymisk, og fleiri teirra hava eitt ella tvey foreldur, ið eru flutt higar ella eru sjálvi fødd uttanlands.

Hesa vikuna varpa vit ljós á ymsar mentanir, sum á onkran hátt eru umboðaðar í Margarinfabrikkini.

Børnini læra m.a. nøkur orð á ymiskum málum, millummálin verður matur úr ymiskum londum, teir dagligu aktivitetirnir vera umskipaðir soleiðis, at vit hava fjølbroytni í huga og barnafundir vera um fjølbroytni og aðrar mentanir.

Kom oman í Margarinfabrikkina og fagna fjølbroytni!

Tíð

26. oktober 2026 - 30. oktober 2026 (Allan dagin)
Far til toppin
Yvirlit

Henda heimasíðan brúkar farspor, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina sum gjørligt. Farsporsupplýsingar eru goymdar í tínum kaga og útføra funktiónir sum at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur á okkara heimasíðu og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og gagnligar.