Sum starvsfólk í barna- og undómshúsi leggja vit stóran den á at stuðla og vegleiða børn og ung í teirra gerandislívi. Hetta síggja vit sum eina týdningarmikla samfelagsliga uppgávu, av tí at henda tíðin er avgerandi fyri, hvussu teirra samleiki tekur skap og mennist.
Í okkara starvi meta vit, at tað er ein fortreyt at vita og skilja, hvønn tørv og hvørji áhugamál børnini og tey ungu hava. Harumframt er tað neyðugt at hava evni at grunda yvir virksemi og mannagongdir, og laga tað eftir tí tørvi, sum er í verandi løtu.
Eitt av aðalmálunum hjá Margarinfabrikkini er at tryggja eitt savnandi og rúmandi umhvørvi, har øll kenna seg vælkomnan og viðurkend.
Trivnaður
Í Margar skulu vit øll kenna okkum sætt, hoyrd og vird, hóast vit eru ymisk. Í Margar rúma vit ymiskleikanum, tí soleiðis læra vit at rúma hvørjum øðrum og menna okkara tolsemin
Læring
Í Margar spæla, skapa og læra vit, og soleiðis menna vit okkara forvitni, undran, hugflog og álit á egni evni. Í virksemi okkara hava vit ávirkan, eru vit luttakandi og menna okkra sosialu førleikar.
Siðmenning
Í Margar hava vit virðing fyri hvørjum øðrum og umhvørvinum. Her læra vit at vera saman við menniskjum úr ymiskum mentanum, og búnast soleiðis fólkaræðisliga og siðmenningarliga.
Sambond
Í Margar eru viðurkennandi vaksin, sum hava tíð til umsorgan, prát og spæl. Í jaliga samspælinum verða vit kensluliga møtt, og tí trívast og mennast vit.
Felagsskapir
Í Margar eru vit saman við vinum og knýta nýggj vinarbond ígjøgnum felags áhugamál. Í góða felagsskapinum læra vit at skilja hvønn annan og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Set teg í samband við okkum
Hevur tú ein spurning?
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum!
