Kunning til foreldur

Ymisk kunning til foreldur

Limur í Margarinfabrikkini

Tað kostar einki at vera í Margarinfabrikkini, men fyri at luttaka í virksemi og verkstovum, er neyðugt at vera limur. Foreldur kunnu fylla út eitt limaskjal og gjalda limagjald, sum er galdandi fyri alt skúlaárið.

Limaskjalið fært tú í Margarinfabrikkini ella her niðanfyri:

Limaskjal børn (pdf)

Limir fáa avsláttur í matar- og telduskipanini.

Matarskipan

Allir limir í Margarinfabrikkini kunnu seta pengar inn á eitt persónligt matkort.

Tá ið keypt verður, draga vit upphæddina frá.

Um tú ert limur í Margarinfabrikkini, fært tú avsláttur, tá ið tú keypir mat.

Millummáli kostar 8 kr. fyri limir, og verður borðreiddur hvønn dag kl.13:30-14:30.

Teldukort

Eins og matarskipan, kunnu limir seta pening á teldukort. Limir kunnu spæla teldu ókeypis 4 ferðir um mánaðin, men um tey ynskja at spæla meira, kostar tað 5 kr fyri hvørja ferð, sum er hálvur tími um dagin.

Playstation og Nintendo er ókeypis, men tað er eisini hálvan tíma um dagin.

Mikudagur er skermfríur dagur.

Set teg í samband við okkum

Hevur tú ein spurning?
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum!

Far til toppin
Yvirlit

Henda heimasíðan brúkar farspor, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina sum gjørligt. Farsporsupplýsingar eru goymdar í tínum kaga og útføra funktiónir sum at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur á okkara heimasíðu og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og gagnligar.