Vikuaktivitetir

GG: Fyri at luttaka í vikuaktivitetunum – quiz undantikið – er neyðugt at vera limur í Margarinfabrikkini

Leirverkstaður

12:30-16:00

Á leirverkstovuni lærir tú at skapa og mála tínar egnu leirlutir. Og tær nýtist slett ikki at hava roynt tað áður. Og tað besta av øllum er, at vit hava ein brenniovn, so leirlutirnir verða so ómetaliga flottir, tá ið tú fær teir heim við.

Margarquiz

14.30 – 15.00 (øll)

MargarQuiz er ein spurnarkapping, sum vit hava eina ferð um vikuna. Spurningarnir eru blandaðir, og kunnu vera alt frá, hvat rørist í samfelagnum beint nú, ljóðspurningar, søguligir, almenn vitan og skemtiligir spurningar.

Rørsla í FIMI

13:00 – 14:00

Í FIMI hava børnini møguleika at royna seg í amboðunum sum eru har. Amboðsvenjari verður í høllini saman við børnunum, og leggur børnunum lag á, saman við starvsfólki frá Margarinfabrikkini. Um børnini ynskja at vera við til hendan aktivitetin, er hent at vera í klæðum man fær rørt seg í.

Nerf

14:00-15:30

Síðsta týsdag í hvørjum mánaði spæla vit Nerf. Margarinfabrikkin eigur Nerf-byrsur, men tú er vælkomin at taka tína egnu við. Um tú hevur hug at koma við, so skalt tú bara melda teg til, tá ið tú kemur í Margar sama dag.

 

Fantasi verkstaður D&D

13:00 – 16:30

Á fantasi verkstovuni, spælir Rasmus Dungeons and Dragons við børnunum. Dungeons and Dragons snýr seg í stuttum um, at vera høvuðspersón/ur í eini søgu, ið fer fram í einum fantasi heimi við gandi og drama. Endamálið við hesum er, at skapa rammur fyri hugdýping, har hugflogið og samanspælið millum børnini er í fokusi.

Máliverkstaður er eisini ein partur av fantasi verkstaðnum. Her læra børnini at 3D-prenta plastfigurar, sum tey síðani mála og gera til sín egna. Hesir figurarnir verða síðani ein partur av søguni, ið børnini spæla í Dungeons and Dragons.

Rørsluspæl á Stórheyggi

14:00 – 15:30

Heyst og vetraralvuna hava vit rørsluspæl í Finsen ella í høllini á Stórheyggi. Har verða ymiskir skipaðir rørsluaktivitetir ígjøgnum árið. Eisini er møguleiki fyri óskipaðum aktivitetum. Vit fara m.a. eisini at spæla hockey, høvdingabólt, fótbólt og annað. Tó er Nerf á skrá síðsta týsdag í hvørjum mánaði (sí annan aktivitet her á síðuni).

Fantasi verkstaður D&D

13:00 – 16:30

Á fantasi verkstovuni, spælir Rasmus Dungeons and Dragons við børnunum. Dungeons and Dragons snýr seg í stuttum um, at vera høvuðspersón/ur í eini søgu, ið fer fram í einum fantasi heimi við gandi og drama. Endamálið við hesum er, at skapa rammur fyri hugdýping, har hugflogið og samanspælið millum børnini er í fokusi.

Máliverkstaður er eisini ein partur av fantasi verkstaðnum. Her læra børnini at 3D-prenta plastfigurar, sum tey síðani mála og gera til sín egna. Hesir figurarnir verða síðani ein partur av søguni, ið børnini spæla í Dungeons and Dragons.

Skatehøllin

15:00 – 16:00

Vetrarhálvuna verður farið út í skatehøllina, sum er á Bacalao. Vit ferðast út á rennihjólum. Margarinfabrikkin eigur rennihjól og hjálmar. Í skatehøllini sleppa vit at royna rennifjalar, rennihjól og rulliskoytur.

Tónleikafrálæra

12.30 – 17.00

Ein dag um vikuna er tónleikafrálæra. Roynd sum óroynd kunnu luttaka í hesi frálæru. Um barn tykkara ynskir at royna hesa verkstovu, skulu tey bara tekna seg til verkstovuna á sjálvum degnum. Tit foreldur kunnu eisini ringja til okkum, so seta vit barnið á listan.

Útilív

14:00 – 16:30

Tá ið útilív dagur er, fara tey sum hava hug, út í náttúruna at njóta gott av øllum hon hevur at bjóða. Tá gera og brenna vit bál, telgja, klatra í trøum og annað sum hugflogi loyvir.

Smúkkuverkstaður

13.00 – 16.00

Tað hevur leingi verið stórur eftirspurningur eftir at sleppa at gera smúkkur, og er hetta ein sera eftirspurd verkstova. Vit gera m.a. oyralokkar, hálsketur og armbond.

Skapandi verkstaður

13:00 – 16:00

Endamálið við skapandi verkstaðnum er at skapa rúm og umstøður fyri menningina av kreativitetinum hjá børnunum. Børnini læra m.a. um litir, skap og tilfar. Tey fara at mála, tekna, blómuprenta, hekla, arbeiða við leir og mangt annað.

Hekli- og bindikafé

12:30-16:00

Kom við á hekli- og bindikaféina hjá Mirjam, sum heldur til í multirúminum á loftinum. Og tað er als ikki neyðugt at hava roynt at hekla ella binda áður, tí Mirjam er altíð til reiðar at leggja tær lag á.

Neglabarr

13:00 – 16:00

Fríggjadag er neglabarr. Tá kunnu børnini koma í salong Margar og fáa fínar negl – eisini sovorðnar sum halda leingi 💅🏼

Svimjing

14:00 – 16:30

Hvønn fríggjadag svimja vit. Starvsfólk fylgjast niðan og oman við børnunum, og eru sjálvandi eisini í hylinum saman við teimum. Margarinfabrikkin eigur handklæðir og svimjiklæðir til øll børnini.

Um børnini hava hug at ganga heim úr svimjihøllini sjálvi kunna tey tað, um tey hava avtalað tað við foreldrini.

Páskafrí

Vit fara í páskafrí mánadagin tann 30. mars og byrja aftur týsdagin 7. apríl

Far til toppin
Yvirlit

Henda heimasíðan brúkar farspor, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina sum gjørligt. Farsporsupplýsingar eru goymdar í tínum kaga og útføra funktiónir sum at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur á okkara heimasíðu og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og gagnligar.