Gittar frálæra
Ein dag um vikuna er gittar frálæra. Roynd sum óroynd kunnu luttaka í hesi frálæru. Um barn tykkara ynskir at royna hesa verkstovu, skulu tey bara tekna seg til verkstovuna á sjálvum degnum. Tit foreldur kunnu eisini ringja til okkum, so seta vit barnið á listan.
Smúkkuverkstaður
Tað hevur leingi verið stórur eftirspurningur eftir at sleppa at gera smúkkur, og er hetta ein sera eftirspurd verkstova. Vit gera m.a. oyralokkar, hálsketur og armbond.
MargarQuiz
MargarQuiz er ein spurnarkapping, sum vit hava eina ferð um vikuna. Spurningarnir eru blandaðir, og kunnu vera alt frá, hvat rørist í samfelagnum beint nú, ljóðspurningar, søguligir, almenn vitan og skemtiligir spurningar.
Seiðaberg
Vár- og heysthálvuna fara vit á seiðaberg. Børnini fara saman við einum starvsfólki at fiska niðri í Vágsbotni ella á ískeiðini. Bjargingarvestur og tráða er til øll.
Fantasi verkstaður D&D
Á fantasi verkstovuni, spælir Rasmus Dungeons and Dragons við børnunum. Dungeons and Dragons snýr seg í stuttum um, at vera høvuðspersón/ur í eini søgu, ið fer fram í einum fantasi heimi við gandi og drama. Endamálið við hesum er, at skapa rammur fyri hugdýping, har hugflogið og samanspælið millum børnini er í fokusi.
Máliverkstaður er eisini ein partur av fantasi verkstaðnum. Her læra børnini at 3D-prenta plastfigurar, sum tey síðani mála og gera til sín egna. Hesir figurarnir verða síðani ein partur av søguni, ið børnini spæla í Dungeons and Dragons.
Svimjing
Hvønn fríggjadag svimja vit. Starvsfólk fylgjast niðan og oman við børnunum, og eru sjálvandi eisini í hylinum saman við teimum. Margarinfabrikkin eigur handklæðir og svimjiklæðir til øll børnini.
Um børnini hava hug at ganga heim úr svimjihøllini sjálvi kunna tey tað, um tey hava avtalað tað við foreldrini.
Skapandi verkstaður
Endamálið við skapandi verkstaðnum er at skapa rúm og umstøður fyri menningina av kreativitetinum hjá børnunum. Børnini læra m.a. um litir, skap og tilfar. Tey fara at mála, tekna, blómuprenta, hekla, arbeiða við leir og mangt annað.
Skatehøllin
Vetrarhálvuna verður farið út í skatehøllina, sum er á Bacalao. Vit ferðast út á rennihjólum. Margarinfabrikkin eigur rennihjól og hjálmar. Í skatehøllini sleppa vit at royna rennifjalar, rennihjól og rulliskoytur.
Rørsluspæl á Stórheyggi
Heyst og vetraralvuna, eiga vit atgongd til høllina á Stórheyggi. Har verða ymiskir skipaðir rørsluaktivitetir ígjøgnum árið. Eisini er møguleiki fyri óskipaðum aktivitetum, tí høllin er stór. Í heyst verður Nerf á skrá, og hetta broytist aftaná heystfrítíðina. Vit fara m.a. eisini at spæla hockey, høvdingabólt, fótbólt og annað.
Útilív
Tá ið útilív dagur er, fara tey sum hava hug, út í náttúruna at njóta gott av øllum hon hevur at bjóða. Tá gera og brenna vit bál, telgja, klatra í trøum og annað sum hugflogi loyvir.
FIMI høllin
Í FIMI hava børnini møguleika at royna seg í amboðunum sum eru har. Amboðsvenjari verður í høllini saman við børnunum, og leggur børnunum lag á, saman við starvsfólki frá Margarinfabrikkini. Um børnini ynskja at vera við til hendan aktivitetin, er hent at vera í klæðum man fær rørt seg í.
E-sport
E-sport er ein nýggjur aktivitetur, og verður ein dag um vikuna. Spælið tey fara at spæla er Fortnite, og tað kemur at ganga fyri seg á tann hátt, at Rasmus verður e-sport venjari, og børnini koma at spæla saman. Fortnite eitt spæl har børnini læra at sosialisera, samstarva og at vera kreativ. Rasmus kemur at leggja serligan dent á hesar tríggjar eginleikarnar. Vit eru vitandi um at Fortnite hevur 12 ára aldursmark, so um tit melda til, geva tit samstundis loyvið til, at barnið spælir Fortnite. Neyðugt er at melda børnini til e-sport og tað eru 16 pláss. Tit melda til við at senda teldupost til fabrikkin@torshavn.fo.
Vælvera
Javnan hava vit vælverudagar, har vit m.a gera negl, seta hár, flætta, andlits masera og hava kvirru.
Barnadisko fyri 3. og 4. flokk
Barnadiskotek fyri 3. og 4. flokk er umleið fýra ferðir hvørt skúlaár. Tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.
Tá skipa vit fyri dansi kappingum og spølum. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í.
Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr. Vit meta at 50 kr. í lummapeningi er meira enn ríkiligt til kvøldið.
Vit senda sms boð til foreldur og børn tá ið barnadisko er.
TALENT – kapping
Okkara árliga talentkapping verður í februar. Um børnini ynskja at vera við í kappingini, skulu tey siga frá, við at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Um ynski er at venja eitthvørt, so sum tónleik, dans ella annað, kunnu tey gera avtalu við Mirjam, sum er starvsfólk í Margarinfabrikkini, um hølir at venja í. Boð við freistini at melda til kappingina, koma tá ið endaligt dato er ásett.
Heystfrí
Vit fara í heystferiu fríggjadagin tann 10. oktober og byrja aftur mánadagin tann 20. oktober.