Margarinfabrikkin
Í Margarinfabrikkini leggja vit sera stóran dent á, at bæði børn og foreldur trívast og kenna seg væl. Vit ynskja at bjóða børnunum fjølbroyttar og spennandi aktivitetir.
Vit eftirmeta javnan um aktivitetirnir eru viðkomandi fyri børnini, sum velja at ganga her, so gott hevði verið, um tit geva okkum eitt prei, um tit ella tey hava ynskir, um ein annan aktivitet enn tað vit bjóða.
Matur o.a.
Hvønn dag gera vit millummála, sum børnini kunnu keypa við sínum matkorti, um tey hava eitt slíkt ella gjalda kontant. Millummálin kostar 8 kr. hvønn dag, og verður borðreiddur ímillum klokkan 13.30 – 14.30. Fyri at hava matkort er neyðugt at man er limur. Matkort kann keypast í Margarinfabrikkini. Somuleiðis kann teldukort keypast í Margarinfabrikkini. Teldutíðin er í mesta lagið ein hálvan tíma um dagin, og kostar 5 kr. fyri hálvan tíma. Telefonin skal vera í taskuni ímeðan barnið er í Margarinfabrikkini. Vit hava eina fartelefon og eina fastnet telefon, sum er til øll at brúka, og sum tit kunnu ringja til, um tit skulu hava fatur á børnunum. Somuleiðis kunnu børnini ringja til tykkum við henni. Okkara telefon nr. eru 292117 og 302117.
Lima fyrimunir
Margarinfabrikkin er fyri børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til og við 6. flokki.
Fyrimunirnir hjá limum eru m.a.:
- Atgongd til virksemi sum bert er fyri limir, sum m.a. er :
Kreativir verkstaðir, skatehøllin, gittarfrálæra, D&D, smúkkuverkstaður, svimjing og mangt annað.
- Dagsins rættur er 5 kr. bíligari enn hjá gestum
- Teldutíðin er 5. kr. bíligari enn hjá gestum
- Tiltøk sum t.d. barnadisko eru ókeypis
- Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms,- teldupost og limaskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um virksemi í Margarinfabrikkini
- Framíhjárætt til Summarvirksemi
Okkara viku virksemi í heyst er:
Mánadagur:
Kl. 12.00 til 14.00 FIMI (bert fyri limir)
Kl. 14.00 til 16.00 D&D (bert fyri limir)
Kl. 14.00 til 16.00 Leir (bert fyri limir)
Týsdagur:
Kl. 13.00 til 16.30 D&D (bert fyri limir)
Kl. 15.00 til 15.30 Quiz (øll kunnu luttaka)
Kl. 14.00 til 16.00 Seiðaberg (bert fyri limir)
Mikudagur:
Kl. 13.00 til 15.00 Nerf í høllini á Stórheyggi (bert fyri limir)
Kl. 12.30 til 17.00 Gittar frálæra (bert fyri limir)
Kl. 13.00 til 16.00 E-sport (bert fyri limir)
Hósdagur:
Kl. 13.00 til 16.00 Skapandi verkstaður (bert fyri limir)
Kl. 13.00 til 16.00 Smúkkuverkstaður (bert fyri limir)
Kl. 14.00 til 16.00 Útilív (ber fyri limir)
Fríggjadagur:
Kl. 14.30 til 16.30 Svimjing (bert fyri limir)
Kl. 14.00 til 16.00 Hekliklub (bert fyri limir)
Kl. 13.00 til 16.00 Neglabarr (bert fyri limir)