mars, 2026
Talent 20262026frí27mar15:0017:0015:00 - 17:00
Um tiltakið
🔹 Árliga talentkappingin í Margarinfabrikkini fyri øll børn úr 3.-6. flokki verður 27. mars. 🔸 Endamálið við kappingini er at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur
Um tiltakið
🔹 Árliga talentkappingin í Margarinfabrikkini fyri øll børn úr 3.-6. flokki verður 27. mars.
🔸 Endamálið við kappingini er at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur og gávur. Í Margarinfabrikkini ynskja vit at geva teimum eitt trygt umhvørvi at kappast í, og samstundis geva teimum vegleiðing í pallframførslu. Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar, og serliga verður dentur lagdur á at geva hvørjum luttakara eina væleydnaða uppliving, so at tey menna sítt sjálvsálit, gerast meira sjálvsikkur og sleppa at útliva sín stjørnudreym.
🔹 Tit kunnu tekna tykkum her: https://forms.office.com/e/vF7tQixtBM
🔸 Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum 🤗