Vit fara eisini at seta tempoið heilt niður, við at lurta eftir friðaligum tónleiki og slappa av í kroppinum, og harafturat fara vit eisini at mýkja vøddarnar.
Sóleyð Í. Hermansen fer at undirvísa í yoga hvønn mánadag kl. 14.00-15.00, og týskvøld kl. 20.00 fyri tey ungu, øll børn, sum eru limir kunnu luttaka, og tað er ókeypis. Tilmeldingin fer fram við skivuna í Margarinfabrikkini. Tey ungu skulu bara møta upp, so eru tey við um tey hava hug til tað.
Drama
Týsdagar bjóða vit dramaundirvísing. Undirvísingin verður tillaga tí einstaka barninum- ella børnunum.
Í byrðjanini verða smá dramaspøl á skránni, men tá børnini eru meira trygg við hvønn annan, verður farið undir at framføra smáar leikir.Tað kann t.d. vera, at greiða frá hvat barnið hevur gjørt tann dagin, og so lata eitt annað barn í bólkinum spæla dagin, og á tann hátt uppliva børnini eisini hvussu tey eru, sæð við eygunum hjá einum øðrum barnið. Eisini verður arbeitt við at skriva smáar søgur til pall, og vónandi endar tað við at vit kunnu hava eina framførslu, við nýskrivaðum føroyskum leikverkum, skrivað og framført av okkara deiligu margarinbørnum, áðrenn summarferiuna.
Tey sum hava hug at royna drama, skulu bara møta mikudagar og skriva seg á ein lista, sum fera at liggja við skivuna. Beinta K. Clothier, sjónleikari undirvísir í drama.
Tónleikur
Hvønn hósdag hava vit frálæru í tónleiki millum kl 13-17. Undirvíst verður í: gittar, bass, klaver, trummum og sangi.
At byrja við verður tað einstaklingafrálæra, men við tíðini er ætlanin at gera samanspælsbólkar, ið fara at framføra, har høvi býðst.
Endamálið við hesum verkstaði er at leita fram tónleikaevnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug. T.d. kann man velja at spæla gittar ein dag og so næstu vikuna royna seg á trummum.
Bartal Augustinussen og Petur Háberg, ið hava undirvíst og havt nógv við tónleik at gera gjøgnum árini, fara at standa fyri undirvísingini. Báðir undirvísa teir eisini gjøgnum Tórshavnar Kvøldskúla, so teir hava royndir í at læra frá sær.
Børnini hava ikki eina fasta tíð hvørja viku, men melda seg til hvønn hósdag við skivuna, har ein tilmeldingar listi liggur.
Undirvísingin fyri tey ungu er mánakvøld frá kl. 18 – 22.00. Somuleiðis sum við Yoga, so møtir man bara upp, eingin tilmelding krevst.
Matgerð
Hvønn mikudag gera tvey børn lekkran døgurða saman við Ingvør, og tey læra um ráðvørur og kost.Tey eru eisini við til at keypa inn og at borðreiða døgurðan.
Matgerð fyri tey ungu er hóskvøld.
Kreativur verkstaður
Her gera vit ymiskar smykkur, so sum oyralokkar, hálsketur og brosjur. Vit fáast nógv við perlur, sum vit evna til ymiskt prýði. Elin K. Jacobsen og Ingvør í Haraldsstovu leggja børnunum lag á.
Dansur
Her hevur tú møguleikan at verða í einum dansibólki og læra at dansa og framføra.
Tað er Gunn R. Joensen sum undirvísir í dansi. Dansiundirvísing er týsdagar kl. 15.00 fyri børn og týskvøld kl. 18.00 – 19.00 fyri ung.
Allir nevndu aktivitetirnir, tó uttan dans og matgerð, krevja at man er limur í Margarinfabrikkini. Limagjaldið 300 kr. um árið, sum er eitt skúlaár.
Um tit hava eitthvørt at spyrja um, eru tit vælkomin at senda teldupost á
Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.